Royn teg í øðrum norðurlandi
Norðurlendskt starvsfólkaumbýti
Ein møguleiki hjá tær í almennum starvi at arbeiða í einum øðrum norðurlandi
Norðurlendsku londini arbeiða miðvíst við at styrkja tað norðurlendska samstarvið, og ynskja tí at geva tær møguleikan at menna teg persónliga og starvsliga við at fara til annað norðurland at arbeiða eina tíð.
Norðurlendska skipanin, kallað ”Norðurlendskt tænastumannaumbýti”, gevur alment settum starvsfólki høvi til at fara til eitt av norðurlondunum at arbeiða. Starvsfólk gera avtalu við arbeiðsgevaran um frí við løn, og skipanin veitir stuðul til ferða- og uppihaldsútreiðslur.
Soleiðis virkar skipanin
Skipanin hevur virkað síðan 1979 og endamálið er at menna tað norðurlendska samstarvið. Hetta verður gjørt við at geva starvafólkum kunnleika til fyrisiting, lóggávu o.a. í hinum norðurlondunum.
Tað er ikki neyðugt, at starvsfólk býta um pláss við ein starvsfelaga í einum øðrum norðurlandi, tó er onki, sum forðar hesum.
Skipanin fevnir um øll starvsfólk, tað eru starvsfólk í aðalráðum og stovnum tess.
Starvsfólkið skal gera avtalu við arbeiðsgevaran, um at viðkomandi fær frí við løn úr starvi sínum. Starvsfólk ið vilja nýta skipanina gera sjálvi avtalu við stovn í øðrum norðurlandi.
Uppihaldið kann vara millum 1 og 12 mánaðir í einum kalendaraári. Stuðulin er kr. 11.000,- um mánaðin umframt ferðaútreiðslur aftur og fram, sum skal vera framd á bíligasta hátt.
Áðrenn 2 mánaðir eftir heimkomu, skal starvsfólkið senda Løgmansskrivstovuni eina teldutøka frágreiðing um uppihaldið umframt ein stuttan samandrátt á norðurlendskum máli, sum Løgmansskrivstovan sendir avgreiðsluskrivstovuni hjá Norðurlandaráðharraráðnum.
Umsóknir
Umsóknir um stuðul skulu um leiðsluna á stovninum har starvsfólkið starvast sendast Løgmansskrivstovuni.
Umsóknin skal innihalda váttan frá starvstaðnum í Føroyum, har sagt verður frá, at viðkomandi kann fáa tænastufrí við løn.
Umsóknir verða viðgjørdar so leingi peningur er tøkur.
Nærri upplýsingar um skipanina fáast við at venda sær til Løgmansskrivstovuna, Stjórnardeildina.
Upplýsingar fáast eisini við at fara á heimasíðuna hjá Løgmansskrivstovuni www.tinganes.fo og hyggja undir Løgmansskrivstovan, tænastumannaumbýti ella Nordisk Ministerråd (Nordisk Ministerråd)
Tinganes 16. januar 2013
Løgmansskrivstovan
Petur Petersen
deildarstjóri