21-07-2010
|
Føroyar fyrsta land at staðfesta sáttmálan um fiskiskap í Suðurstillahavinum
Á fundi í Auckland mikudagin handaði umboðið fyri Føroyar formliga skjalið, ið boðar frá, at Føroya Løgting hevur góðkent sáttmálan um umsiting av fiskiskapi í altjóða sjógvi í Suðurstillahavinum. Sostatt eru Føroyar fyrsti formligi partur av nýggja sáttmálanum.
Jørgen Niclasen uttanríkisráðharri er væl nøgdur við úrslitið: “Altjóða tilfeingisstrategiin hjá Uttanríkisráðnum er m.a. at vinna Føroyum luttøku í millumtjóða felagsskapum, ið umsita fiskiríkidømi á fjarleiðum. Vit fáa nú loyvi at fiska 62.000 tons av rossamakreli í 2010, og hetta er tað duputla av tí, sum vit hava fiskað. Virðið á hesum fiskirættindum svarar til einar 300 mió. kr. um árið í dagsins prísum. Við sáttmálanum hava vit tryggjað Føroyum rættindi í altjóða sjógvi, samstundism sum vit virka fyri, at tílíkur fiskiskapur er burðardyggur og í samsvar við altjóða ásetingar."
Sáttmálin kemur í gildi, tá ið átta lond hava staðfest sáttmálan, harav trý strandarlond í Suðurstillahavinum og trý onnur lond, ið fiska ella hava fiskað í økinum.
Fundurin í Auckland í hesum døgum er ein fyrireikandi ráðstevna fyri nýggja fiskiveiðifelagsskapin í Suðurstillahavinum, South Pacific Regional Fisheries Management Organisation (SPRFMO), sum verður formliga settur á stovn, tá ið sáttmálin kemur í gildi. Høvuðsendamálið við fundinum er at fyrireika arbeiðsreglur og eina fíggjarskipan fyri nevndina í nýggja felagsskapinum.
Løgtingið samtykti SPRFMO stovnandi sáttmálan tann 29. apríl 2010. Vanliga verður ein nýggjur sáttmáli undirritaður, áðrenn tann formliga mannagongdin at staðfesta hann er lokin. Nú løgtingið longu hevur staðfest sáttmálan, undirritaði føroyska umboðið sáttmálan og handaði síðan stjórnarumboð úr Ný Sælandi fráboðanina um staðfesting. Ný Sæland er varðveitingarstjórnin fyri sáttmálan og verður vertslandið fyri føstu skrivstovuna hjá nýggja felagsskapinum.
"Tað hevur alstóran týdning, at fleiri lond eisini staðfesta sáttmálan, eins og Føroyar júst hava gjørt. Soleiðis kann sáttmálin koma skjótt í gildi, og londini fáa eitt bindandi grundarlag at samtykkja varandi tiltøk at umsita fiskiskap á økinum," sigur Jørgen Niclasen uttanríkisráðharri.
Umframt Føroyar hava fimm onnur lond higartil undirritað sáttmálan: Kili, Kolumbia, Cook oyggjarnar, Ný Sæland og Peru.
Myndatekstur:
Fráboðanin um, at sáttmálin er staðfestur av Føroya Løgtingi verður handað umboðnum fyri stjórnina í Ný Sælandi, Gerard van Bohemen.
|