Løgmansskrivstovan Fíggjarmálaráðið Fiskimálaráðið Vinnumálaráðið Mentamálaráðið Almannamálaráðið Heilsumálaráðið Innlendismálaráðið
  
  Forsíða
[English edtion]

13-07-2010 | Hálvt ár eftir jarðskjálvtan á Haiti


 

Hálvt ár eftir ógvusliga jarðskjálvtan, sum rakti Haiti, hava 1,75 milliónir fólk fingið fyribilsskjól, fleiri túsund sjúklingar hava fingið viðgerð, og vatnveitingin er betri nú enn undan skaðahendingini. Tó er langt á mál, til landið hevur fótað sær aftur. Hetta upplýsir Reyði Krossur í Danmark í eini støðulýsing um endurreisingina á Haiti.
So skjótt frætt varð um vanlukkuna á Haiti, gjørdi Uttanríkisráðið av at lata 150.000 krónur í neyðhjálp. Myndugleikarnir á staðnum boðaðu frá, at teimum tørvaði heilivág, neyðhjálparútgerð, bjargingarfólk og læknahjálp, umframt aðra hjálp. Hjálpin úr Føroyum varð latin gjøgnum Reyða Kross í Føroyum, sum fylgdi áheitanini frá Altjóða Reyða Krossi um, hvat hjálpin skuldi nýtast til.
Jarðskjálvtin á Haiti førdi við sær, at 200.000 fólk lótu lív, 300.000 fólk vórðu særd og um 1,5 milliónir fólk gjørdust heimleys.