Løgmansskrivstovan Fíggjarmálaráðið Fiskimálaráðið Vinnumálaráðið Mentamálaráðið Almannamálaráðið Heilsumálaráðið Innlendismálaráðið
  
  Forsíða
[English edtion]

01-07-2010 | Uttanríkisráðharrar Føroya og Íslands undirritað samstarvssemju

Uttanríkisráðharrarnir Jørgen Niclasen og Össur Skarphéðinsson undirskrivaðu í dag avtalu um fyrisitingarligt samstarv.


Framyvir fara stjórnarráðini millum annað at samstarva um kunningartøkni, teldu- og fjarskiftistøkni, trygd á sendistovum og hølisviðurskifti hjá sendistovum og sendimonnum. Árligir fundir verða millum partarnar umframt regluligt samskifti um vitan innan uttanríkistænastu.


Á ráðsfundinum fyrr á degnum vóru, millum onnur mál, landingar og lodnuveiða á skránni. Ráðharrarnir høvdu eitt konstruktivt kjak um evnini, og ítøkiligar royndir at finna víðari loysnir verða nú stungnar út í kortið.

Altjóða støðan hjá báðum londunum fylti nógv á fundinum. Støðan hjá londunum mótvegis ES, EFTA og USA varð viðgjørd. Harumframt legði íslendski uttanríkisráðharrin áherðslu á, at Ísland stuðlar føroyskum EFTA-limaskapi og fer at virka fyri hesum. 

 

Jørgen Niclasen greiddi frá føroyska ES-álitinum og politisku viðgerðini, ið liggur fyri framman.


Millum hini málini á fundinum var trygdarpolitikkur. Eisini umrøddu ráðharrarnir viðurskifti við IWC og NAMMCO og umsiting av havsúgdjórum, eins og teir tosaðu um umsitingina av laksaveiðu í NASCO.


Íslendski uttanríkisráðharrin og fylgi hansara fara úr Føroyum aftur fríggjadagin.