Løgmansskrivstovan Fíggjarmálaráðið Fiskimálaráðið Vinnumálaráðið Mentamálaráðið Almannamálaráðið Heilsumálaráðið Innlendismálaráðið
  
  Forsíða
[English edtion]

30-06-2010 | Össur Skarphéðinsson uttanríkisráðharri kemur til Føroya í dag


 

Í dag kemur íslendski uttanríkisráðharrin Össur Skarphéðinsson til Føroya í sambandi við, at hoyvíksráðsfundur verður í Tinganesi 1. juli. Hoyvíksráðið er ovasti myndugleikin í Hoyvíkssáttmálanum millum Føroyar og Ísland og er mannað av uttanríkisráðharrunum í londunum báðum. Ein nevnd av embætisfólkum umsitur sáttmálan, men á ráðsfundi viðgera ráðharrarnir áleikandi mál og mál, ið krevja politiska viðgerð.
Á ráðsfundinum fara ráðharrarnir at viðgera ymisk evni, ið hava týdning fyri Hoyvíkssáttmálan. Eisini verða onnur uttanríkispolitisk mál av felags áhuga umrødd eitt nú handilspolitikkur, trygdarpolitikkur og IWC. Seinasti ráðsfundur var í Íslandi fyrra árið.
 Íslendski uttanríkisráðharrin og fylgi hansara fara úr Føroyum aftur fríggjadagin.