|
|
21-05-2010
|
ES frágreiðingin handað
Í dag handaði kanningarbólkurin Jørgeni Niclasen, uttanríkisráðharra, frágreiðingina “”Føroyar og ES – møguleikar og avbjóðingar í framtíðar samstarvi”.
Frágreiðingin varð handað á Hotel Hafnia, har formaðurin í nevndini kunnaði um arbeiðsgongdina og innihaldið í frágreiðingini. Umboð úr Vinnuhúsinum kunnaði um tørvin hjá vinnuni í einum tættari samstarvi við ES, og umboð úr kanningarbólkinum kunnaði um sjónarmiðini hjá Samtaki í hesum sambandi. At enda kunnaði útlendska umboðið úr kanningarnevndini, sum hevur starvast í ES Nevndini, frá hvørjum møguleikum Føroyar hava fyri tættari samstarvið við ES.
Eftir at hava fingið frágreiðingina sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri:
"Tað er sera umráðandi, at vit tosa sama mál politiskt í Føroyum, tá ið umræður framtíðarstøðu Føroya í mun til Evropa. Hetta ikki minst, um vit vilja hava, at onnur taka okkum fyri fult. Eg havi verið sannførdur um, hvat er rætta leiðin at fara mótvegis Evropa. Eg fari tó nú, at lesa frágreiðingina við opnum sinni, og síðani saman við landsstýrinum og løgtinginum at virka fyri breiðum politiskum semjum um, hvussu vit fáa eitt tættari samstarv við ES".
Formaður í nevndini hevur verið Hákun Jógvanson Djurhuus, deildarstjóri á deildini fyri heimshandil í føroyska uttanríkisráðnum. Hinir limirnir í nevndini hava verið Dr. Achim Emde úr týska fíggjarráðnum og fyrrverandi starvsmaður í ES Nevndini, Georgios Kritikos fyrisitari í ES Ráðnum, Per Fabricius Andersen, ráðgevi í danska uttanríkisráðnum og fyrrverandi ráðgevi á føstu donsku umboðsstovuni til ES, Atli Suni Leo, ráðgevi í fíggjarmálaráðnum, Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Sonja J. Jógvansdóttir, sum umboðaði Samtak. Í ritstjórnini vóru Hanna í Horni, Durita Lamhauge Jóansdóttir og Páll Holm Johannesen, øll fulltrúar í føroyska uttanríkisráðnum.
Kanningarbólkurin byrjaði arbeiði sítt í mai í 2009 og handaði frágreiðingina 21. mai 2010.
Frágreiðingin kann lesast her og perman sæst her.
Ynskist at vita nærri um frágreiðingina, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Duritu Lamhauge Jóansdóttir, fulltrúa, á tel. 296108.
|
|