Løgmansskrivstovan Fíggjarmálaráðið Fiskimálaráðið Vinnumálaráðið Mentamálaráðið Almannamálaráðið Heilsumálaráðið Innlendismálaráðið
  
  Forsíða
[English edtion]

26-05-2010 | Minnist til menniskjuni

Arktis má ikki gerast til eina friðaða náttúrupark, segði Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, á stóru ráðstevnuni “Arctic – Changing realities” í Keypmannahavn í dag.


 

Tað er Norðurlendska Ráðharraráðið, sum tók stig til  ráðstevnuna. Umframt Norðurlond vóru USA, Kanada, Russland og ES umboðað á ráðstevnuni. Endamálið var at varpa ljós á samstarvið í arktis og tær avbjóðingar og teir møguleikar, sum veðurlagsbroytingar kunnu hava við sær í framtíðini. Í  hesum sambandi  var uttanríkisráðharri, Jørgen Niclasen, biðin um at vera við til at seta ráðstevnuna.
 
Í síni framløgu greiddi Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, m.a. frá, hvussu  týdningarmikið tað er, ikki at gloyma menniskja, tá ið tosað verður um broytingarnar í arktis. Arktis má  ikki gerast til eina friðaða náttúrupark, har atlit ikki verða tikin til tey menniskju, sum her búgva og liva, og rættindi hjá londum og fólkum í norðuri at avgera egna búskaparliga menning.
 
Jørgen Niclasen vísti á, at fyri Føroyar hevur samstarv bæði millum norðurlondini og millum tey arktisku londini stóran týdning, og at Føroyar fara framvegis at røkja ein virknan leiklut og menna okkara íkast til hetta samstarvið. Hann vísti m.a. á tey stig, sum Føroyar hava tikið til at seta sjóneyku á havið í norðurlendska samstarvinum í 2010, og bjóðaðu umboðum úr arktisku londunum at vera vælkomin til Føroyar í oktober, tá Arktiska Ráðið heldur fund í Norðurlandahúsinum í Tórshavn.
 
Røðan kann lesast her.  
 
Myndatekstur:  
Jørgen Niclasen saman við Karen Elleman, danskur samstarvs- og umhvørvisráðharri, Katrín Jacobsdóttir, íslendskur samstarvsráðharri og Maliina Abelsen, grønlendskur ráðharri í almannamálum.
 
Nærri kunning um ráðstevnuna sæst her.