Løgmansskrivstovan Fíggjarmálaráðið Fiskimálaráðið Vinnumálaráðið Mentamálaráðið Almannamálaráðið Heilsumálaráðið Innlendismálaráðið
  
  Forsíða
[English edtion]

31-05-2010 | Granskingarsáttmálin undirritast í Brússel 3. juni


 

 
Hósdagin hin 3. juni verður sáttmálin um granskingarsamstarv millum ES og Føroyar undirritaður á Sendistovu Føroya í Brússel. Tað verður Jørgen Niclasen, Uttanríkisráðharri, ið vegna Føroyar undirritar sáttmálan. Føroyar verða sostatt atlimur í FP7 granskingarsamstarvinum, ið umframt ES limalondini eisini fevnir um EFTA londini, Ísrael, Turkaland, og fleiri av Balkanlondunum.
 
“Hesin sáttmáli er eitt gjøgnumbrot í tilgongdini at víðka samstarvskarmin við ES. Nú eru allir snøklar endiliga fingnir uppá pláss, og við hesum er frítt hjá føroyskum granskarum at luttaka fult í samstarvinum,” sigur Jørgen Niclasen.
 
Hetta merkir, at føroyskir granskarar verða javnsettir við granskarar úr øllum hinum luttakandi londunum í granskingarsamstarvinum.
 
“Hetta er fyrstu ferð, at ES ger ein slíkan sáttmála við eitt sjálvstýrandi øki. Samstundis er tað eisini fyrstu ferð, at Føroyar og ES gera samstarvssáttmála á einum øki, ið liggur uttanfyri karmarnar av verandi handilssáttmála. Tí er talan um ein søguligan sáttmála partanna millum“ sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.
 
Við til undirritanina verða umframt Jørgen Niclasen, Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, og umboð fyri Granskingarráðið.