Løgmaður hevur í dag sett Herluf Sigvaldsson sum aðalstjóra í Uttanríkisráðnum.
Herluf Sigvaldsson er Master of Social Science frá Lund við heimspolitikki og diplomati sum sergrein og altjóða búskaparfrøði sum hjágrein. Eisini hevur hann lisið enskt í Cambridge í eitt ár. Eftir loknan lestur starvaðist hann sum fulltrúi við bygnaðarbroytingum í landsstýrinum frá 1995 til 1996.
Í 1996 og 1997 starvaðist hann í danska uttanríkisráðnum sum fulltrúi og samskipari av donskum ES-politikki og luttók í hesum sambandi sum umboð Danmarkar á fundum undir Ráðnum hjá Evropasamveldinum. Í 1998 var hann settur sum deildarstjóri á uttanríkisdeildini á Løgmansskrivstovuni og sat í hesum starvi fram til 2008, tá ið hann var settur í starv sum fyribilssettur aðalstjóri í nýstovnaða Uttanríkisráðnum.
Herluf Sigvaldsson hevur havt fleiri álitisstørv hjá landsstýrinum eitt nú formaður í nevndini, sum skrivaði Hvítubók, formaður í politisku semjunevndini undir stjórnarskipanarnevndini, formaður í felagsnevndini Føroyar-ES í tíðarskeiðnum 1998-2008 og samráðingarleiðari hjá landsstýrinum í millumtjóða samráðingum.