25-06-2010
|
Fámjin fekk heitið Best røkta bygd 2010
Vinnararnir av Umhvørvisátakinum 2010 vórðu avdúkaðir á almennari samkomu í Perluni í gjár. Virðislønir vórðu latnir fyri “Best røkta bygd”, “Best røkta bygda- og varðagøta”, ”Ársins grøni stovnur” og “Besta átak”.
Fámjin fekk heitið Best røkta bygd 2010
Vinnararnir av Umhvørvisátakinum 2010 vórðu avdúkaðir á almennari samkomu í Perluni í gjár. Virðislønir vórðu latnir fyri “Best røkta bygd”, “Best røkta bygda- og varðagøta”, ”Ársins grøni stovnur” og “Besta átak”.
Fámjin gjørdist “Best røkta bygd 2010”, og Tjørnuvík fekk 2. virðisløn.
Gøtan um Leirvíksfjall vann heiðurin fyri “Best røkta bygda- og varðagøta” og Vestmanna skúli vann heiðurin “Ársins grøni stovnur”. Harafturat varð ein heiðursløn latin fyri “”Besta átak” og hesa fekk Dugni fyri endurnýtsluhøllina á Kambsdali og Tinghúsið á Hjalla.
Brot úr grundgevingunum hjá metingarnevndini:
Best røkta bygda- og varðagøta – gøtan um Leirvíksfjall
“Virðislønin fyri Best røktu bygda- og varðagøtu verður latin til øki, har bygdagøtan hevur havt stóran týdning gjøgnum tíðirnar, men sum eisini enn verður nógv brúkt, og kanska hjá nøkrum er vorðin fastur táttur at ganga á hvørjum ári. Gøtan er væl hildin og trygg um skarið. Gøtan er lætt at finna á báðum síðum fjallinum og væl er frámerkt, hvar hon byrjar og hvar leiðin gongur eftir varðunum.
Metingarnevndin hevur ikki nakað neiligt at viðmerkja um hesa bygda- og varðagøtu. ”
Ársins grøni stovnur – Vestmanna Skúli
“Virðislønin fyri Ársins grøna stovn verður latin til stovn, har metingarnevndin er púra samd, at her er stovnur, ið er komin heilt langt áleiðis og hevur rokkið fleiri málum at minka um orkunýtslu til bæði upphiting og ravmagn, ið hevur fingið í lag vælvirkandi ruskskiljing har pappír, matleivdir, battaríir og annað rusk alt verður tikin inn til hagreiðing. Nakað fer til beinleiðis endurnýtslu, annað er vandamikið rusk, meðan matleivdir fara til kompost, har tøðini verða nýtt í viðarlundini og aðrari gróðurseting, ið skapt er kring stovnin farnu 10 árini.
Skráir og ætlanir eru lagdar har myndugleikar, starvsfólk og brúkarar í felag skipa grønu verkætlanina, ið støðugt er í menning og útbygging. Við framskygni og við áhaldandi at menna grøn tiltøk, er hesin stovnur fyrimyndarligur og eitt gott dømi um, hvussu slíkir stovnar kunnu skipast.
Metingarnevndin hevur ongar neiligar viðmerking til henda stovnin.”
2. virðisløn, Best røkta bygd - Tjørnuvík
“Onnur virðislønin fyri Best røktu bygd verður latin einari bygd, ið áður hevur víst seg at liggja frammarlaga í kappingini. Bygdin er væl fyriskipað í búseting og bygging annars, nógv er gjørt við at varðveita fornar bygningar, og vegakervið og bilstøðapláss eru góð og væl virkandi. So at siga einki órudd sæst, og væl er gingið um soleiðis, at bygdin er nosslig og vøkur at koma til.
Borgarin hevur góðar umstøður at luttaka í felags tiltøkum, ferðafólkatænastan er ment, líkasum gomlu húsini og bygdaumhvørvið er eitt satt prýði í føroyskum byggisiði.
Neiligt kann nevnast at nakrar spillivatnsleiðingar enn eru sjónligar, og at felags skipan ikki er ment enn fyri bygdina. ”
1. virðisløn, Best røkta bygd - Fámjin
“Fyrsta virðislønin fyri Best røktu bygd verður latin einari bygd, ið eisini fyrr hevur víst seg fram-marliga í kappingini. Bygdin er framúr væl fyriskipað í búseting og bygging annars, og vegakervið er gott og væl virkandi. Bygdin hevur raðfest spillivatnsskipanina og er komin rættiliga langt áleiðis at hava eina fullførda og lidna skipan. So at siga einki órudd sæst, og væl verður gingið um, at øki fram við vegjaðara, við byggigrundir, girðingar og annað er væl frágingið.
Borgarin hevur sera góðar umstøður at luttaka í felags tiltøkum, ferðafólkatænastan er ment nógv, og dentur er lagdur á at halda søgulig støð og fornminni í góðum standi.
Afturat hesum hevur kommunan og bygdaráðið víst framskygni í burðardyggari menning og nýhugsanum við at leggja økið út til viðalund og snildisliga seta upp nýggjan drekkivatnsbrunn inn í eldri grótbrot og leggja flag á.
Neiligt kann vísast til at smávegis betongleivdir síggjast frá bygging, og at nakað enn er eftir at fáa liðugt til spillivatnsskipanina.”
Best átak – Tinghúsið og endurnýtsluhøllin hjá Dugna á Kambsdali
“Virðislønin fyri Besta átak verður latin fyri framskygt átak, ið fremur grøna tilvitan og nýhugsan, og sum virkar jalig í mun til náttúru- og umhvørvisvernd, burðardygga menning og/ella burðardyggari ferðavinnu.
Virðislønin verður latin einstaklingum, feløgum, virkjum ella stovnum, kommunum ella øðrum. Metingarnevndin innstillar og dømir sjálv í greinini, meðan kommunur hava møguleika at skjóta átøk upp, ið tær meta kunnu uppfylla krøvini fyri greinina.
Eftir nakað av tingingum avgjørdi metingarnevndin at innstilla ein sjálvsognarstovn fyri bæði at hugsa um at nýta minni og serstakt um at bøta um og seta í stand brúktar lutir, ið kunnu seljast aftur fyri lítla upphædd og endurnýtast. Endurnýtslufyribrigdið er ikki ókent, men meta vit tó at stovnurin, eisini við sínum starvsfólkapolitikki, hevur rós uppiborið og at verða kosin Besta átak 2010. “
|