Um Tinganes


 
 
Tinganes er miðdepilin í Havn. Navnið bendir á, at her helt tingið til frá miðøld og til løgtingið varð avtikið í einaveldistíðini í 1816.
 
Tinganes var eisini handilsmiðstøð fyri alt landið. Í 17. øld er Havnin bæði sundurbýtt sum staður og sum fyrisiting. Uttast á nesinum stóru pakkhúsini, fyrisiting, handil, kirkja og skúli og longur inni tey tøttbygdu, smáu húsini hjá almúguni.
 
Stutt eftir heimastýrið í 1948, flutti landsstýrið út aftur á Tinganes, har tað áður hevði verið, og har tað er enn.
 
Við tað at stórur partur av søgu Føroya er knýttur at Tinganesi, og meginparturin av søguligum bygningum er her, eru nógv atlit at taka.
 
Tvær ferðir hevur eldur verið í, báðu ferðir ásettur, og báðu ferðir av útlendingum. Fyrstu ferð í 1673, tá allir bygningar uttan Leigubúðin brendu í grund. Rætturin dømdi Peder Rasmussen, keypmann, skyldugan, tí bæði bygningar, frágreiðingar og roknskapir fórust vegna hansara misrøkt og ósketni.
 
Saman við hálvbróðurinum, Søren Pedersen, fúta, hevði hann skuldina av fleiri lógarbrotum, so ósketni er neyvan rætta orðið.
 
 
 
Samband

Løgmansskrivstovan

Prime Minister´s Office

Tinganes

Postrúm 64

110 Tórshavn

Tlf: +298 306000

Fax: +298 306015

Teldupostur: info@tinganes.fo

 

Avgreiðslutíðir

má.- hó. 8:00 - 16:00

frí. 8:00 - 15:00

Tíðindaskriv


dirseo boadir atextlink dironfire chrome dir bestdirectory batdir frog dir